minteo hevur ment eina netskipan, ið knýtir bókhaldsskipanir beinleiðis til bankan

Skipanin ger tað gjørligt at stovna bankaflytingar úr bókhaldsskipanini og fáa kontuavrit beint inn í bókhaldið.

Fyrimunir við skipanini

Munadygt

Uttan beinleiðis samskifti skulu starvsfólk sjálv heinta allar posteringar úr bankanum og lesa tær inn í bókhaldsskipanina.

Við skipanini er tað lætt og skjótt at heinta kontuavrit ella senda
útgjøld til bankan.

Sjálvvirking

Talgilda samskiftið gevur beinleiðis tíðarsparing, tí at ein partur
av arbeiðinum nú er sjálvvirkin. Verður skipanin nýtt saman við
“automatch” funkum í bókhaldsskipanini, er enn meiri tíð spard.

Trygdarkrøv

Beinleiðis samskifti millum banka og bókhald ger tað truplari at broyta
í dátunum, áðrenn tær verða lisnar inn.

Færri feilir

Við talgildum samskifti er minni hjá starvsfólki at sláa inn. Hetta
forðar fyri brúkara- og tastifeilum, ið seinni krevja ábøtur.

Mannagongdir

Talgilding ger arbeiði skjótari og virknari. Mannagongdir styttast og samstundis økist rakstrartryggdin.

Ráðgeving

Manningin handan minteo hevur í mong ár ment, umsitið og rikið størri
KT-skipanir.

Arbeiðið hevur fevnt um Work Order Systems, Online Payment Processing, Online Banking og Value Added Network Systems.

Í slíkum vinnugreinum hava hugtøk sum ‘uptime’ og ‘business continuity’
stóran týdning og seta krøv til tøknina og arbeiðsleistir.

Tí hava vit royndir við:

  • Test Driven Development
  • Scrum
  • Agile
  • Infrastructure as code
  • Cloud Engineering
  • DevOps
  • Enterprise Resource Planning
  • EDIFACT
  • Business Processes

Um okkum

Dávið K. Sundsskarð
KT 20+ ár
Banking 10+ ár
HD(0) á CBS

Andrias Sundskarð
KT 20+ ár
Banking 10+ ár
KT-verkfrøði DTU

Rói Sigvardsen
KT 20+ ár
NAV/AX konsulent 20+ ár
Cand.merc.aud CBS

Rói á Torkilsheyggi
KT 20+ ár
IT Operations 10+ ár
Data Technician EUCSyd

Set teg í samband við okkum