Skráseting av felagið í Minteo
Far inn á https://register.minteo.io
Company Name: Navnið á felagnum sum skal skrásetast (Dømi: “Felag Sp/f”)
Contact: Navnið á kontaktpersóni
Email: Teldupostbústaður hjá ábyrgdara
Address, Postal Code, City, Country: Bústaður
URL: Tann adressan tú ynskir. (Dømir: Um felagið eitur “Klettur Sp/f” kann ein skriva “klettur”. Adressan verður so “klettur.minteo.io”. Tað er eisini møguligt at brúka partafelagsnummarið, v-tal ella annað, sum gevur meining, so sum “pf1234”, “096754” osv.
Username: Brúkaranavnið sum skal nýtast at logga á skipanina við. Teldupostbústaður kann eisini nýtast her (Dømi: “brukari@minteo.io”, “brukari” osv.)
Eftir skrásetingina, fært tú ein teldupost við eini leinkju, har teldupostbústaðurin skal virkjast. Klikk á leinkjuna og vel eitt loyniorð.
Tá loyniorðið er sett, ber til at logga á URL sum var settur omanfyri. (Td. https://klettur.minteo.io)
Skráseting av banka
Logga á URL sum var valdur omanfyri (Td. https://klettur.minteo.io)
Far undir “Banks” og vel “New” ovast til høgru
Vel tín banka úr dropdown listanum og vel ”BankConnect” undir Connection
FunctionID verður fylt við BankConnect avtalunummarinum sum fæst frá bankanum. Tað kann eita “FunktionsID”, “Aftalenummer” ella líknandi í skjølum frá bankanum.
Trýst á aktiveringsknøttin. (Bláur til høgru)
Skriva aktiveringskodu sum er móttkin via SMS (ella brævið).
Trýst á Activate!
BankConnect sambandið er nú stovnað og aktiverað.